Sandoyingar í Streymnesi

Tað verður trupult hjá B71 í Streymnesi í dag. Fleiri ferðir hava teir skelkað oddalið í ár, men nú so stutt undan summarsteðginum kann smali hópurin spæla inn. Seinasta umfar gekk einki hjá B71, sum tapti 0-2 fyri Skála. Ein dystur, har einki riggaði hjá sandoyingum.

B71 má vera Hanus Clementsen, Símin Hansen og Magnus Olsen fyri uttan, sum ávíkavist er grundað av skaða, leikbanni og fráveru.

 

Hjá EB/Streymi sær frægari út. Gaman í hava teir úr sundalagnum fingið eitt stig burturúr tveimum teimum seinastu dystunum, men hetta hava verið oddauppgerðir móti B36 og NSÍ.

Í dystinum í dag verða tvey nýggj andlit hjá EB/Streymi víst fram. Talan er um áleyparan Károly Potemkin og miðvallarleikaran Zsolt Szekeres, sum koma at styrkja um liðið restina av kappingarárinum.

EB/Streymur hevur allar mans tøkar í dag.