##med2##
Nógva staðni kring landið verður eitt arbeiðið gjørt fyri at stuðla teimum, sum eru rakt av krígnum í Ukraina. Og í annaðkvøld hava tey eitt stórt tiltak í Samljóði í Skopun, ha rendamálið er at samla pengar inn til tey, sum flýggja undan krígnum.
Tað eru kommunurnar í Sandoynni, og í Skúgvoy, sum standa saman um tiltakið og har verður mangt og hvat á skránni.
Ein av fyriskiparunum, Gerhard Lognberg, borgartjóri í Skopun, sigur, at tað, sum kemur inn, verður latið Reyða Krossi at brúka sum frægast fyri at hjálpa flóttafólkum úr Ukraina.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gerhard Lognberg greiða frá á FM1.











