Sandoyingar og suðuroyingar standi nú saman

Mads A Hansen, Skopun


Tað hevur ongantíð verið meira umráðandi enn tað sama hjá okkum at standa saman, nú tað er eydnast okkum at fáa 5 mill til at fíggja seismikkkanningina um Skopunarfjørð á fíggj­arlógina fyri 2006.
Eg havi roynt at fingið politisku feløgini í Sandoy at skumpa undir málið, men uttan held til víðari?
Men eg fari enn eina ferð at heita á suðuroyingar og sandoyingar, at sýna Sand­oyar tunnilsætlanini ans, og tosa saman við tí fyri eygað at skipa fyri at manna eina breiða felags nevnd fyri Suð­­uroy og Sandoy, sum kann koma við hugskotum til samferðsluna til og frá Sandoy og Suðuroy í fram­tíðini.
Tað er eftir mínari metan í tøkum tíma at vit fáa tunn­ilin til Sandoynna, um vit skula gera okkum nækran tanka um, at ungdómurin í Sandoynni og Suðuroynni skula støðast og trívast og hava møguleika at verða bú­­sit­andi í oyggjunum eft­ir lokna út­búgving; vit hava veri vitni til, hvussu við­brekið vinnulívið er, tá kurvin dalar í búskapinum, tá vóru tað virkini í Suðuroy og Sandoy, sum fór longst og sjótast niður við nakk­aðum.
Vit síggja øll fyrimunirnar, nú Vágoyggin hevur tunn­il, vinnulívið hevur marg­faldari betri møguleikar at planleggja og arbeiða, og Vág­oyggin verður nógv meira vitjað, enn man rokn­aði við áðrenn tunnilin kom í brúk, og sama verður við Norðoyatunnlinum, har kemur at blomstra og trivn­aðurin og møguleikarnir hjá vinnulívinum at menna seg verða margfaldir, alt gott um Eysturoyartunnulin, tað er eftir míni metan ein neyðug og góð íløga, sum uttan iva kemur at forrenta seg væl og sjótt aftur, men tað má roknast sum ein luxus íløga, samanborið við tunnil til Sandoy og ferjusamband av Sandi til Suðuroy.
Hyggur man í álmanakkan fyri 2005, sæst at fólka­grund­arlagið:
Í Norðoya sýslu er: 5.990 fólk
Í Sandoy og Suðuroy: 6.503 fólk

So eftur tí at døma er gott grundarlag fyri at gera Sandoyar tunnulin.
Kostnaðarmetingin fyri tunnil og ferjulegu á Sandi er góðar 600 mill, tá er roknað við eini tunnilslongd á uml 12 km, men um seismikkin er til okkara fordeil, kann tunnulin gerast uml 9 km, og harvið einar 170 mill bí­ligari.
Latið okkum standa saman at skapa møguleikar og betringar fyri oyggjarnar, tað er nú vit hava møguleikan, nú vit eftur øllum at døma hava vælvild frá politiska mynd­ugleikanum.