Nú mótmæla eisini Sandoyingar, at teir fara at verða harðari raktir av einum møguligum verkfalli, enn fólkið í miðstaðarøkinum. Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, mótmælti Suðuroyar Tjóðveldisfelag í gjárkvøldið, at eitt verkfall fer at raka Smyril við teimum álvarsligum avleiðingum, tað hevur við sær fyri oynna, og felagið heitti á flokkin um at tryggja, at sjóvegis farleiðirnar verða friðaðar.
Nú heitir eisini Sandoyar Tjóðveldisfelag inniliga á fakfeløgini um at friða ferjurnar hjá Strandferðsluni.
Men tey hava kortini onga áheitan á tingmanning tjóðveldisins.
- Vit góðtaka treytaleyst rættin hjá fakfeløgunum at samráðast, og at taka avleiðingarnar av tí, um semja ikki finst við arbeiðsgevararnar.
- Hinvegin kunnu vit ikki góðtaka at verða verri sett enn onnur.
Felagið sigur, at samanborið við meginøkið ,er dagliga frælsi hjá sandoyingum at flyta seg, avmarkað og tá ið verkfall er, gerst støðan snøgt sagt ótolandi.
- Vit heita tí inniliga á feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, um at hava somu virðing fyri rættindum hjá útjaðaranum, sum vit hava fyri rættindum tykkara á frælsa arbeiðsmarknaðinum.
Felagið heitir tí á feløgini um at lata tyrluna og skipini hjá Strandfaraskipum Landsins sigla, hóast arbeiðssteðgur verður.