Sandoyingar kunnaðir um Hvítúbók

Fundarrøðin hjá Landsstýrinum at kunna føroyingar um innihaldið í Hvítubók og fullveldisætlanina fór av bakkastokki sunnukvøldið í Virkinum heima á Sandi

Eli Hentze


Umboð fyri nevndirnar, ið skriva hava Hvítubók greiddu frá innihaldinum og høvuðsniðurstøðunum. Bergur Berg, Sigmund Isfeldt, Jonhard Eliasen og Høgni Hoydal umboðandi Landsstýrið vóru umboðini. Høgni Hoydal var berføttur, men vónandi var hetta ikki ein ímynd av einum møguligum komandi fullveldi. Nei, orsøkin var tann, at hesin ídni politikkarin hevði tikið lut í fólkafundinum uppi á Slættaratindi fyrr um dagin, og skuldi hann náa í Sandoynna til ásettu tíð, mátti fótbúnin verða grønu stivlarnir, ið blivu parkeraðir í ganginum í Virkinum.

Innihaldið í Hvítúbók og fylgibindunum er rúgvismikið, og tí er bitin hjá áhoyrarunum stórur at svølgja. Og mong mundu vera, ið als ikki kláraðu at svølgja mongu torskildu heitini á hesum og hasum økinum, men framsøgufólkini skulu helst ikki lastast fyri hetta, tí teirra arbeiði var væl úr hondum greitt. Sjálvsagt eru nútímans hjálpitólini við til at gera fløkt ting einklari og harvið verður arbeiði hjá framsøgufólkunum lættari. Hetta sást einabest, tá ið Jonhard Eliasen fyri búskaparbólkin sum ein annar gandakallur spældi sær við tølum og prosentum á telduni. Ikki sørt at tey í salinum gapaðu av undran, so hvørt grafarnir broyttust fyrst ein veg, kanska uppeftir, fyri síðani í næstu løtu at peika beint niður eftir. Útrokningar, ið allarhelst tóku vikur fyri nøkrum fáum árum síðani og nú taka fá sekund. Harvið ikki sagt, at hesir ella aðrir grafar gjørdir av búskaparfrøðingum ella onkrum øðrum serfrøðingum er sannleikin ella allur sannleikin. Jonhard upplýsti, at um ikki so langa tíð er tilfarið at finna á heimasíðuni hjá Landsstýrinum, og tá ber til sjálvur at spæla sær við tølunum, sum hann málbar seg.

Fundarfólki hevði høvið at seta fram spurningar til umboðini, so hvørt tey vóru liðug ella tá ið liðugt var. Nakrir spurningar vóru, men eldri sandingurin á fremsta bonki hevði hug at ótolnast nú klokkuni leið til hálvgum ellivu og helt at nú var songartíð, so Høgni skuldi helst lata verða við at biðja um fleiri spurningar. Og hvat hernaðarverju í krígsstøðu viðvíkti, so høvdu danir víst, hvat teir dugdu seinast kríggj var, so teir skulu vit ikki biðja um hjálp.

Seinastu orðini vóru søgd og Hvítabók og fullveldiskjakið ferðast víðari.