Sandoyingar hugna sær

Tilhaldið Hugnin í Sandoy skipar fyri tiltøkum hvønn mánadag og mikudag. Í næstu viku er áhugaverd skrá

Sandoyggjafólk fáa høvi at hugna sær seinnapartar mánadag og mikudag. Og í næstu viku er serligt hugnakvøld á skránni.
Mikukvøldið 11. februar skipar Hugni saman við ungmannafelagnum Virkinum fyri hugnakvøldi, sum byrjar við borðhaldi klokkan 19.00. Aftan á veðru farið upp á gólv. Bæði til føroyskan dans og aftur við harmonikuni.
Kostnaðurin fyri hetta kvøldið er 50,- krónur, og boðast má frá luttøku á tlf. 31 19 90 í seinasta lagimánadagin 9. februar.
Vanliga skráin mánadagin verður, at lisið verður úr klassikaranum Lognbrá hjá Heðini Brú, og ein drekkamunnur er eisini at fáa.