Sandoyingar fisk niðurfyri til triðja jóladag

Fiskivinna

Alt bendir á, at sandoyingar fara at eiga fisk niðurfyri til, soleiði at tey kunnu fara aftur til arbeiðis longu triðja jóladag.
Ætlandi koma partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, inn at landa hósdagin, og soleiðis sum fiskiskapurin hjá trolarunum er, kann væntast, at skipini hava væl av fiski, hóast tey hava verið úti í minni enn eina viku.
Á Sandoy Seafood ætla tey at arbeiða hósdagin sum vanligt, og síðan verður steðgur til triðja jóladag, sum er mánadagur.
Sostatt hava sandoyingar, sum arbeiða á virkjunum á Sandi og í Skopun, nakað at fara uppaftur til morgunin eftir annað jólakvøld, ið vanliga er eitt gott dansikvøld kring landið.