Sandoyggin lut í menningini

Brandur Sandoy, sum bæði er lands-og kommunalpolitikari, sigur, at hann fer at halda nýggjársaftan heima við hús saman við familjuni.

- Vit fara at eta ein góðan bita saman, og seinni um kvøldið fara vit at taka lut í fakklagongd og felags nýggjárshaldi, sum verður á Sandi.

Spurdur, um hann keypir fýrverk, sigur Brandur, at tað er mest fyri børnini.

- Men smádrongurin innan í mær dámar eisini at skjóta fýrverk, leggur hann aftrat.

Hann vísir á, at felags nýggjárshald við fakklagongd, báli og suppu verður í Ungmannafelagshúsinum, og síðan nýggjárskafé, tá náttin kemur.

Brandur Sandoy gevur ongantíð nýggjárslyfti, men um nýggjársynski sigur hann, at Sandoyggin vónandi fer at sleppa uppí part í menningini av Føroya landi.

- Hetta kann gerast við, at byrjað verður upp á Sandoyartunnilin í hesum valskeiðnum, sigur hann.