Val
Gongdin í Føroyum í sambandi við løgtingsval hevur víst, at smáu valdømini kunnu hava avgerandi ávirkan á, hvussu ein samgonga kemur at síggja út. Hetta sóu vit m.a. við seinasta løgtingsval, tá Javnaðarflokkurin misti mannin í Sandoynni , og Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin fingu báðar menninar. Tað var m.a. viðvirkandi til, at núverandi samgongan fekk meiriluta. Tá freistin herfyri varð úti at stilla upp valevni til fólkatingsvalið var eitt heilt nýtt navn millum mongu valevnini, sum man kanska beit serliga merki í. Bygdaráðsformaðurin í Skopun, Gerhard Lognberg, sum skoraði meira enn 100 atkvøður til bygdaráðsvalið, hevur gjørt av at fara upp í landspolitikk og hevur sum fyrsta stig á hesi leið hevur hann valt at stilla upp til fólkatingsvalið. Í samrøðu við Sosialin í dag avdúkar hann fyrstu ferð alment, at hann fer eisini at stilla upp til løgtingsvalið.
Og nú tá tað oftani er so javnt millum flokkarnar í Sandoyar valdømi og tingsamansetingin higani oftani hevur verið tungan á vágskálini, tá fleirtal skal finnast at skipa landsstýri kundi verið spurt, um Sandoyggin enn einaferð kann vera við til at broyta samlaðu politisku myndina eftir eitt komandi løgtingsval.
Vit hava spurt samfelagsfrøðingin Jógvan Mørkøre, hvussu stóran týdning hann heldur smáu valdømini hava fyri skipan av samgongu? Hann vísir á, at tað sjálvandi er ringt at taka eitt einstakt valdømi fram og siga, at tað hevur størri týdning fyri endaliga úrslitið enn onnur. Tí í tí samanhanginum kann ein atkvøða hvar tað skal vera í landinum vera avgerandi. Men hann dylur tó ikki fyri, at smærri valdømini eru serliga áhugaverd. T.d. eydnaðist tað við seinasta løgtingsval Fólkaflokkinum at fáa umboð í trimum av teimum smærri valdømunum, Sandoy, Vágunum og í Norðstreymoy og kann man siga, at hesi tí hava verið avgerandi fyri skipan av samgonguni. Av tí at hesi valdømi eisini eru lutfalsliga ?bílig? valdømi so noyðast allir flokkar at hugsa um at standa seg væl í teimum minstu valdømunum.
Hetta er so eisini ein orsøk til at allir flokkarnir royna stilla sterkt upp til fólkatingsval og bæði taka verandi tingmenn og nýggj andlit fram longu nú. Tað er so uppstillingin hjá Javnaðarflokkinum í Sandoynni eitt dømi um.
Spurningurin er so, um ein bygdaráðsformaður í eini stórari bygd, sum ongan tingmann hevur í dag, kann koppa ein av tingmonnunum, sum eru valdir í grannabygdini og harvið broyta javnvágina millum samgongu og andstøðu eftir valið! Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur kann bara staðfesta, at flytur tú ein mann sum t.d. í Sandoynni merkir tað reelt, at tað eru tveir á muni, hugsa vit um skipan av eini samgongu. .
Hann vísir annars á, at Sandoyggin altíð hevur verið spennandi til løgtingsval, tí har eru bara tríggir flokkar, sum kunnu fáa teir báðar tingmenninar. Í løtuni er Sandoyggin rættiliga trygg hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Samfelagsfrøðingurin hevur sum so onga viðmerking til, um hetta kann broytast til komandi løgtingsval. ?Men vit hava sæð fyrr, hvussu javnt tað kann ganga á í Sandoynni.










