Sandoyggin fær nýggjan elkaðal

Eitt svenskt kaðalskip kemur í dag til Føroya at gera fleiri uppgávur fyri SEV Í dag kemur svenska kaðalskipið Plejel til landið at gera ymiskar uppgávur fyri SEV.

Byrjað verður í morgin at taka tann gamla Sandoyarkaðalin upp, sum fekk skaða fyri 1 ½ ári síðani. Um nakað av kaðalinum kann endurnýtast, verður hetta lagt út í tveimum støðum. Ein teinur uppá umleið 1,1 km verður lagdur um Trongisvágsfjørð, og ein teinur upp á umleið 1 km verður lagdur frá Eiðisverkinum yvir til Haldarsvíkar.

Síðani verður nýggjur Sandoyarkaðal lagdur út aftur á sama stað, har hin gamli lá. Hesin er 9,6 km til longdar. Nýggi kaðalin er framleiddur á kaðalverksmiðjuni Prysmian í Italia.

Eisini er ætlanin, at Plejel skal taka 20 kV luftlinjuna um Leirvíksfjørð upp, sum verður klipt niður í dag.

SEV sigur, at eftir ætlanini skal arbeiðið verða liðugt tann 10. august 2008, tá fer Plejel aftur til Svøríkis.