At fasta sambandið, sum nú nærkast millum Sandoynna og meginøkið, fer at hava stóran týdning, er als eingin ivi um.
Í ringastu vetrartíð er tað líka so vanligt - sum óvanligt - at ólag er á samferðsluni úr og í Sandoynna.
At onkur túrur dettur burtur ímillum, tí veður, sjóvarfall og myrkur órógva, er dagligur kostur í januar og februar.
Skopun er brimpláss og síðan grótið, sum lá uttan fyri norðrara pierin og tók ímóti alduni, er burtur, hevur hetta eisini havt týdning fyri regularitetin.
At so skipari og manning í tíðum ikki hava verið trygg við, at stórt grót kann rekast eftir botninum, gjørdi ikki støðuna betur.
Síðan er nógv grót tikið upp og ruddað burtur.
Í morgun er illveður, og eingin sigling er um Skopunarfjørð, ei heldur millum Sand og Skúvoy. Ætlanin er, at Teistin fer í sigling aftur, um veðrið batnar.
Tað hevur eisini verið nógvur vindur í morgun, og nógvar leiðir hjá Bygdaleiðum kring landið eru avlýstar, sí greinina á In.fo "Veðrið darvar samferðsluni í morgun".