Sandoyggin eigur besta veðragjólingin

Í gjárkvøldi heiðraðu seyðalandssýnararnir veðragjóling av Sandi sum hin vakrasta.

Tað var í gjárkvøldi, at landssýnararnir kunngjørdu sínar metingar av føroysku veðrunum. Virðislønir vórðu lætnar vakrastu veðragjólingunum, veturgomlu veðrunum og eldru veðrunum.

 

Tað er ein drúgv mannagongd at finna vakrastu veðrarnar. Í fyrsta umfari ferðast seyðasýnarar kring landi um heysti at sýna seyðin. Síðani lata teir Búnaðarstovuni sínar metingar, sum aftur hevur úrvaldar sýnsmenn at meta um og velja teir vakrastu seyðirnar.

 

Búnaðarstovan skrivar, at sýnarirnir á ferðunum taka upp myndir og film av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar. Úrslitini síggjast niðanfyri.

 

Veðragjólingar:
1.Virðisløn Jóhan Petur Kjærbo, Høvdarhagi– Heimaripartur, Sandur

2. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli

3. Virðisløn Júst Rubeksen, Húsahagi, Tórshavn

 

Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli

2. Virðisløn Antines Iversen, Frammihagi, Kvívík

3. Virðisløn Tummas í Niðristovu, yngri, Heygahagi, Innarahelvt

 

Eldri veðrar:
1. Virðisløn Thorvald Lútsen, Syðradalshagi, Sunnaripartur

2. Virðisløn Tórálvur Danielsen, Hjallahagi, Glyvrar

3. Virðisløn Óli í Hjøllum, Porkeri

 

Til ber at síggja filmar av seyðunum inni á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni við at trýsta á her.