Sandoyggin

Fyri árslok skrivar Rúni Hentze áhugaverda grein í bløðunum, har hann vísir á samarbeiðið hjá kommununum í Vágum og heitir á kommunurnar í Sandoynni um at standa saman, soleiðis sum Vágarnar hava gjørt.
Stutt aftaná hevur Eli Hentze, bygdarráðslimur á Sandi, væl skrivað lesarabræv, har hann tekur undir við Rúna Hentze um felagsarbeiði millum kommunur í Sandoynni.
Uppaftur stutta tíð aftaná hava bløðini áhugaverda samrøðu við Linjon Christiansen, bygdarráðsformann í Skálavík, sum somuleiðis tekur undir við felagsarbeiði og vísir á samanlegging.
Lat meg beinanvegin siga, at eg absolutt eri fyri samanlegging. Vit skulu jú øll hava tað gott, og tað gerst bert við góðum samarbeiði.
Uppaftur sum fjórði maður kemur Gerhard Lognberg, sum skrivar, haldi eg, í meira lagi eg, eg, eg. Síðan skrivar hann um samarbeiði, sum riggar væl, og at vit elska Sandoynna. Hesum taka vit sjálvandi undir við.
Men so hendir tað, at sama morgun, sum blaðið kemur út, tosar tíðindamaður úr Sandoynni við Gerhard Lognberg. Har fortelur hann, at Skopunar kommuna hevur bjóðað Listaskúlanum, ið ætlanin er at byggja í Sandoynni, byggibúgvið grundstykki, um skúlin veðrur bygdur í Skopun.
Nú er tað, ið eg má spyrja løgtingsmannin í Sandoynni: Er hetta tiltak í samráð við hinar kommunurnar í Sandoynni? Um ikki, so er samarbeiðið ikki nóg gott. Eg fari inniliga at heita á tykkum kommunumenn, standið saman, arbeiðið saman, tá er óætlað, hvat ið dragast kann til Sandoynna. Eg haldi, at ikki minst løgtingsmenn áttu at dugað at sæð, at um ikki so langa tíð noyðist samanlegging av kommunum at blíva veruleiki, við allari tí ábyrgd, sum nú verður løgd út til kommunurnar.
Vit eiga eina góða oyggj, sum vit øll eiga, og sum vit øll eiga at røkja og standa saman um, og tað skuldi verið sera lætt, táið ikki er meira enn seks-sjey minuttir at koyra bygd úr bygd.

NB. Hugsi væl um ungdómin, tað er hann, ið vit skulu hava at trívast í okkara vøkru oyggj.