Sandoyartunnilin veruleiki

Við triðju viðgerð í løgtinginum í dag var endaliga samtykt at fara undir at byggja tunnil millum Streymoynna og Sandoynna Fyrst á skránni í dag var triðja viðgerð av uppskotinum hjá samgonguni at byggja tunnil millum Streymoynna og Sandoynna.

Fyri eina triðju viðgerð at vera varð orðaskiftið heldur drúgt, og mælt varð til at senda málið aftur í nevnd. Tað var sum vera man serliga andstøðulimir, ið høvdu orðið og vildu hava málið útsett, men hóast roynt varð, endaði uppskotið um at beina málið aftur í nevd við at 9 atkvøddu fyri, meðan 20 atkvøttu ímóti.

Síðani varð atkvøtt um uppskotið hjá samgonguni um Sandoyartunnil, og tá atkvøddu 23 fyri, tríggir ímóti, meðan tríggir tinglimir atkvøddu blankt.

Sostatt er uppskotið um Sandoyartunnil endaliga avgreitt í tinginum, og tískil er klárt at fara undir at betra um hesa farleiðina, sum í dag er mett at fara at kosta 680 milliónir krónur.