Sandoyar Meginskúli

Eyðun Mohr Viderø

 

Í fundarfrásøgn frá Sands Kommunustýri verður upplýst, at stýrið á fundi 21.05.2007 hevur samtykt at fara undir at gera nýggjan bygdarskúla á Sandi.

Málið um skúlaviðurskiftini í bygdini hava verið umrødd leingi. Verandi skúli er bygdur fyri gott stórthundrað árum síðan, men peningaorka og politisk raðfesting hava havt við sær, at einki er hent enn.

Sjálvt um skúlin er bygdur fyrst í 1880-unum, so eru sjálvsagt gjørdar fleiri broytingar og ábøtur, men hóast hetta, so eru umstøðurnar hjá børnum og lærarum ikki nøktandi.

Í 1990-unum var kommunan illa stillað fíggjarliga sæð, men hetta batnaði seinni, og umstøður gjørdust fyri lánsafturgjalding og møguligum nýíløgum.

Núverandi stýrisformaður við meiriluta á Sandi tók við eftir valið í 2000, og á kunnandi fundi við lærarnar í kommunuskúlanum segði hann frá, at skúlaviðurskiftini fyribils vóru útsett til eftir íløgur til eina ítróttarhøll í oynni- við meginskúlan. Hetta varð tikið til eftirtektar.

Nú er samtykt at byggja nýggjan skúla, tó uttan nakra ítróttarhøll! Hvat nú?

Veruleikin er kortini tann, at vit eiga at skifta hugburð og hugsa meiri um samlaðu skúlaviðurskiftini og venda eygunum ímóti felagsskúlanum, um vit skulu fáa nøktandi viðurskifti bæði innan skúla og ítrótt!

Sambært hagtølum so lækkar barnatalið í oynni, so við at spjaða avmarkaðu fíggjarorkuna til fleiri smá einstøk skúlaøki, so var skilabetri at nýtt orkuna til at gjørt neyðugu útbyggingar og ábøtur á Sandoyar Meginskúla, og at savnað undirvísingina har. Fíggjarorkan varð tá nýtt meiri skilagott til ein skúla við einum setti av góðum og tíðarhóskandi undirvísingartilfari, í mun til vánaligt tilfar allastaðni! Fyri ikki at tala um betri nýtslu av orku og evnum hjá lærarunum!

Soleiðis varð fíggjarorkan nýtt best hóskandi fyri samlaða økið, fram um at nýta orkuna til spjaðing til frama fyri løtuvinning hjá lokalum politikarum, men til skaða fyri heildina!

Vit hava eitt sera væl útbygt samferðslukervi í oynni, so fluttningurin er ongin trupulleiki, og frástøðan millum bygdirnar í oynni er so lítil.

So mín áheitan á kommunustýrislimir í Sandoynni er, at framtíðaríløgur í skúlaverkið verður savnað í felagsskúlanum.

Vit seta stórar vónir til møguleikarnar, tá ein undirsjóartunnil kemur millum Sandoynna og Streymoynna, men skal nøkur menning gerast, so mugu vit hava skúlaverkið í lagi, og við Meginskúlan kemur hetta eisini at geva møguleikar fyri tí hart tiltrongdu ítróttarhøllini!