FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sandoy: Á báðum virkjunum hjá Sandoy Seafood hevur arbeiðsfólkið á gólvinum havt frí síðan beint fyri jól, men nú vænta tey, at gongd skjótt fer at koma á aftur.
Øll skipini, sum plaga at landa til virkini, eru úti, og roknast kann við, at Eysturbúgvin kemur innaftur ein av fyrstu døgunum. Teir fóru útaftur nýggjársdag og plaga at gera skjótt av. Sum skilst, hava teir fingið væl av fiski hesar dagarnar, teir hava verið úti.
Kolumbus, Nornagestur og Hoyvíkingur eru eisini farnir; teir loystu aftur síðsta fríggjadag.
Útróður hevur eingin verið síðan fyri jól. Tað hevur viðrað illa, men tá ið ein løta verður, fara bátarnir útaftur.
Ábøtur og uppteljing
Jóan Petur Vest sigur, at meðan fiskaarbeiði hevur ligið stilt, eru smávegis ábøtur framdar á virkjunum á Sandi og í Skopun, og serliga eru tað gólvini, ið hava fingið eina bøtandi hond. Hugt hevur eisini verið at maskinunum.
? Krøv verða sett um, at eitt nú gólvini eru í góðum standi. Er ov nógv slit á teimum, eru tey truplari at halda rein.
Jóan Petur Vest sigur, at tey eisini hava fingist við at telja upp vørugoymsluna, nú farið verður undir eitt nýtt ár.