Stjórin, Martin Olsen, sigur, at Sandoy Seafood í Skopun nú er eitt nógv betri fiskavirki, og frystiorkan er meira enn tvífaldað.

Sandoy Seafood misti 20 fólk

Eins og á flestu fiskavirkjum í Føroyum, kom eisini stýgur í søluna hjá Sandoy Seafood á vári í 2020, tá korona fór at gera um seg kring um okkum.

 

Stjórin, Martin Olsen, sigur, at Sandoy Seafood í Skopun nú er eitt nógv betri fiskavirki, og frystiorkan er meira enn tvífaldað.

- Vit høvdu keypt frystan fisk inn, sum ikki var tað verdur, tá hann var virkaður og klárur at selja. Vørugoymslan fyltist, og í eina tíð bar ikki til at selja fisk yvirhøvur.  

Tað sigur Martin Olsen, stjóri í Sandoy Seafood, sum vísir á, at virkið lá stilt í fýra mánaðir í fjør summar.

 

- Vit skuldu dagføra og nútímansgera virkið, og vit skuldu útbyggja frystiorkuna. Hetta hevði einki við koronu at gera, men var avgjørt frammanundan. At hetta tók væl longri tíð enn ætlað, hevði partvís sína orsøk í, at vit ikki høvdu so nógv at skunda okkum til, leggur hann aftrat.

 

Allur august mánaði fór til at royndarkoyra virkið eftir útbygging og dagføring, og tað var ikki fyrr enn í september í fjør, at framleiðslan veruliga kom upp aftur at koyra.

 

- Men, spurningurin er, hvussu nógv vit mistu við, at virkið lá stilt. Kanska mistu vit einki. Tó hendi tað, sum sjálvandi var ógvuliga keðiligt, at vit mistu eini 20 fólk, sum arbeiddu hjá okkum. Tá vit byrjaðu aftur í fjør heyst, var so lítið virksemi, at vit skiftust um at vera til arbeiðis. Lítið fekst av upsa, og nøkur fólk kundu ikki bíða.

 

Toskurin, sum Sandoy Seafood keypir, verður lættsaltaður, og tað er bara ein partur av fólkinum til arbeiðis, tá tey arbeiða saltfisk. 

 

- Tað er upsin, sum fer til fløk og portiónir, sum gevur tað nógva arbeiði, og tá lítið fæst av upsa, høvdu vit ov lítið at bjóða okkara arbeiðsfólki, sum fóru aðrar leiðir.  

Umframt at arbeiða tosk og upsa, plaga tey á Sandoy Seafood eisini at arbeiða nøkur hundrað tons av hýsu um heystið og út á veturin.

- Men, tað verður trupult við upsa, og tað verður trupult við hýsu, um vit ikki fáa fleiri fólk til arbeiðis, sigur stjórin.

 

At tað kemur lítil upsi upp á land, sæst á nøgdunum, sum virkið í Skopun hevur keypt higartil í ár. Talan er um eini 300 til 400 tons av upsa higartil, men um árið var sum vanligt, hevði virkið bara í februar og mars havt keypt eini 100 tons um vikuna. So, her er nógv broytt, sigur Martin Olsen.

 

Størsti parturin av toskinum, sum tey arbeiða á Sandoy Seafood, er frystur, keyptur frá føroyskum og norskum skipum.  Í byrjanini av hesum árinum vóru tey varin, tí tey ynsktu ikki at koma í somu støðu, sum í fjør vár. 

 

- Vit hava ikki merkt nógv til koronu síðan í mai. Tað hevur gingið hampiliga væl at selja, og vit hava arbeitt allar teir dagar, vit hava kunnað, síðan tíðliga í summar. 

Martin Olsen sigur, at Sandoy Seafood í Skopun nú er eitt nógv betri fiskavirki, og frystiorkan er meira enn tvífaldað.

 

- Vit kílaskera heldur ikki longur, tá vit gera portiónir, tí vit hava eisini fingið ein nýggjan kutara, leggur stjórin aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er stórt serblað um vinnu, og her er nógv forvitnisligt og viðkomandi vinnutilfar at lesa. Í serblaðnum verður eitt nú hugt eftir, hvat korona hevur merkt fyri føroyskar vinnufyritøkur.

 

Stjórin, Martin Olsen, sigur, at Sandoy Seafood í Skopun nú er eitt nógv betri fiskavirki, og frystiorkan er meira enn tvífaldað.