Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Sandoyingar hava nú funnið eina loysn, so goymslurnar á virkinum á Sandi og í Skopun ikki gerast fullar, nú verkfall er, og eingin fiskur verður fluttur um Skopunarfjørð.
Farmaskipið, Lómur hjá Skipafelag Føroya, var á Sandi í síðstu viku eftir fiskavørum, og ætlandi var skipið aftur á Sandi hóskvøldið.
- So, nú sleppa vit í hvussu er av við ein part av vøruni, sum liggur á goymslu, siga tey á Sandoy Seafood í Skopun.
Herfyri segði Jóan Petur Vest, at trupulleikin hjá Sandoy Seafood kundi gerast, at
goymslurnar gjørdust fullar, um verkfallið bleiv ov drúgt. Men nú er so hesin trupulleikin eftir øllum at døma loystur.
- Tað, sum nú er keðiligt, er, at vit ikki fáa keypt fisk á gólvuppboðssølunum. Higartil hevur hetta ikki havt so stóran týdning, tí nóg mikið av fiski er komið uppá land her suðuri. Men hetta kann gerast ein trupulleiki, sum frá líður.
Í Skopun siga tey, at tað plagar at koma væl við hjá Sandoy Seafood at kunna keypa tað á gólvinum, sum restar í fyri at fáa arbeiði at hanga saman, men hesin møguleiki er ikki til staðar, nú verkfall er, og eingin flutningur er um Skopunarfjørð.
Mýlingur á Sandi
Týsdagin landaði Mýlingur á Sandi. Meginparturin av veiðini var upsi, men nakað var eisini av toski. Tíverri fingu vit ikki at vita, hvussu nógv Mýlingur hevði hendan túrin.
Nakað av útróðrarfiski kemur uppá land í Skopun, tá ið viðrar, men fiskiskapurin er ikki tann sami nú, sum fyrr í vár.
- Í dag er eingin bátur úti, tí líkindini eru ikki til tess. Onkur bátur var úti mikudagin, men fiskiskapurin var einki serligur, siga tey í Skopun.
Í Sandoynni fegnast tey annars um, at Lómur nú syrgir fyri, at gloymslurnar á virkjunum á Sandi og Skopun ikki gerast fullar.










