Sandnes ULF var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard er fimtfremst

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF eru ikki longur ósigraðir í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Gullbrandur var aftur liðformaður, tá Sandnes á útivølli tapti 1-2 fyri Brann Bergen 2.

 

Ole Sebastian Sundgot legði Sandnes á odda 1-0 í 28. minutti, men 10 minuttir seinni javnaði heimaliðið. Í 63. minutti skoraði heimaliðið sigursmálið.

 

Sandnes er nummar fimm í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir. Sandnes hevur tvey stig upp til oddaliðini, Sandviken og Brann 2, ið hava níggju stig hvør.

 

Komandi leygardag klokkan 14 spælir Sandnes dyst á heimavølli móti Træff.