Sandnes fekk bank í týðandi botnuppgerð

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes er aftast

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes spældu leygardagin týðandi botnuppgerð á útivølli móti Bækkelaget. 

 

Bæði Bækkelaget og Sandnes høvdu 10 stig undan dagsins dysti, og tí var ein javnur og spennandi dystur í væntu.

 

Men tað endaði við einum knúsandi 32-15 stórsigri til Bækkelaget, ið var á odda 18-8 í steðginum.

 

Pauli bjargaði fýra av 19 málroyndum. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra bjargaði trimum av 17 málroyndum.

 

Sandnes er aftast í deildini við 10 stigum. Halden hevur eisini 10 stig á næstaftasta plássinum. Bækkelaget er triðaftast við 12 stigum.

 

Sunnudagin 8. mars klokkan 17 hevur Sandnes dyst á heimavølli móti stórliðnum, Kolstad. Eftir tað hevur Sandnes fýra dystir til at sleppa sær av aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Endar Sandnes næst- ella triðaftast sleppa teir at spæla dystir um upp- og niðurflyting.