Sandingar missa stig í evstu løtu

Fótbóltur: B71 kennir alt til at missa stig í evstu løtu

Hevði ein fótbóltsdystur vart ikki 90, men 80 minuttir, átti B71 kanska átta stig fleiri í 1.deildartalvuni, enn felagið hevur nú.

Í fimm umførum í kappingini í ár hava sandingar teir síðstu minuttirnar latið mál fara inn, sum hava kostað teimum sigur ella javnleik.

Fyri fyrstu ferð hendi tað longu í 1.umfari í Gøtu, tá ið GÍ-arin Sámal Joensen skoraði ímóti B71 tríggar minuttir fyri leiklok, og hesaferð megnaðu sandingar ikki at halda leiðsluna suðuri á Krossinum, har innskifti sumbingurin Tryggvi Nielsen javnaði fyri heimaliðið í allasíðstu løtu.

Soleiðis gekk tað í teimum dystunum í landskappingini, sum B71 spælarar hava serligar orsøkir til at vera vónbrotnir av:

1. GÍ (ú) 1-2: 0-1 Bartal Eliassen 54, 1-1 Kári Sørensen 58, 1-2 Sámal Joensen 88.

2 KÍ (h) 1-2: 0-1 Kurt Mørkøre 37, 1-1 Kristian Nielsen 69, 1-2 Olgar Danielsen 89.

9 HB (h) 2-2: 1-0 Eli Hentze 44, 2-0 Eli Hentze 55, 2-1 Andrew av Fløtum 78, 2-2 Súni Fríði Johannesen 90.

12 NSÍ (h) 2-3: 1-0 Eli Hentze 2, 2-0 Peter Ritter 7, 2-1 Ian Højgaard 57, 2-2 Sjúrður Jacobsen (br.) 83, 2-3 Dánial Hansen 86.

13 Sumba (ú) 1-1: 1-0 Eli Hentze (br.) 44, 1-1 Tryggvi Nielsen 90.