- Vit hava á Sandi hava alla orsøk til at vera bjartskygd.
Tað staðfestur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Hóast skattaprosentið varð lækkað úr 23,5 prosent, niður í 23 prosent í fjør, eru inntøkurnar hjá kommununi hækkaðar.
Sands kommuna hevur skyldað so nógv, at hon var sett undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum, men fyri einum ári kom skuldin niður á 80 prosent av eini álíkning, og tí fekk kommunan sítt fíggjarliga frælsi aftur.
- Í ár fer kommunan at rinda 1,1 millión krónur aftur at av skuldini, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, ið fegnast um, at inntøkurnar hjá kommununi vaksa:
Trýst her á pílin undir myndini, og hoyr meiri um, hví Brandur Sandoy heldur, at sandingar hava alla orsøk til at vera bjartskygdir.