Sandagerði man vera tað rætta!

Eyðun á Borg

Søgufróður maður segði mær nú ein dagin, at hann einaferð hevði skrivað orð­ið, Sandágerði. Sverri (Dahl) í Sandagerði gjørdi tá vart við, at tað rætta navn­ið er Sandagerði! Í goml­um skjølum stendur eis­ini Sandegierde (ikki Sandaa­gierde).
Á Argjum hava vit altíð sagt Sandagerði. (Tað munnu havnarfólk og øll onnur eis­ini siga). Í málsligari hug­móð mundi eg halda, at Sandá­gerði var rættari sum skriftmál, kanska tí, vit á Argjum hava Sandágøtu og Rosságøtu!?
Gerðið við Sandá er sostatt ikki líka rætt sum gerðið við sandin (ella sandarnar).
Gerði merkir trøð ella bø­stykki. Meginparturin av Sandagerði er í Havn; ein lítil partur er tó eisini á Argjum (beint uttan fyri Sandá, niðri á bakkanum).
Altso: Sandagerði, eins og Sandavágur!
Annars sá eg ársins fysta tjaldur á Sandagerðisnesi tann 20. februar!