Sancy-málið
Føroyski djúpvatnstrolarin, Sancy, sum íslendska vaktarskipið, Óðin, tók í íslendskum sjógvi herfyri, liggur ikki longur á Eskifirði.
Sambært heimasíðuni hjá Visir, góvu íslendsku myndugleikarnir skipinum loyvi til at loysa í gjárkvøldi, eftir at reiðaríið hevur veitt eina trygd upp á 7,5 mió íslendskar krónur.
Málið varð fyribils avgreitt Í Héraðsdómi Austurlands í gjár, men bæði skipari og fyrsti stýrimaður hava noktað seg sekar í at hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Sum skilst á Visir, skal málið viðvíkjandi Sancy endaliga avgreiðast fyri fyrsta oktober.