San Suu Kyi í Undirhúsinum

Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, varð stórligað fagnað, tá hon helt røðu í bretska Undirhúsinum í dag. Nakrar fáar tímar frammanundan hevði bretska stjórnin boðað frá, at forsetin í Myanmar, Thein Sein, kemur til London í næstum at tingast við David Cameron, forsætisráðharra.

-Tað er rætt av stjórnini at bjóða honum higar. Vit kunnu ikki lata fortíðina steðga okkum. Vit eiga heldur at brúka fortíðina til at byggja framtíðina, segði Aung San Suu Kyi í dag.

Myanmar er fyrrverandi bretskt hjáland.

Aung San Suu Kyi er á síni fyrstu ferð í Evropa síðani 1988. Hon hevur millum annað verið í Noregi, har hon hitti Nobelnevndina. Í 1992 fekk hon friðarheiðursløn Nobels, men slapp ikki til Oslo at taka ímóti henni.