Samvinna við India stóran týdning fyri okkum

-Eg havi fingið staðfest, at tað ber til at arbeiða saman við indarum, og vit kunnu brúka sambondini vit hava fingið. Vit hava fingið kontaktir innan KT, sum vit skulu til at menna víðari sigur stjórin á Elektron, Niels Christian Nolsøe

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


-Tað er sera týdningarmikið, at vit síggja, hvat hendur í heiminum rundan um okkum, ikki minst fyri at fáa ein varhuga av, hvar vit sjálvi eru í øllum hesum sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, sum hevur verið við í føroyska ferðalagnum í India.

Hann heldur fyri, at nógv gott er komið burtur úr ferðini: - Skal eg tosa fyri mína egnu bransju, so hava vit fingið staðfest, at India er sjálv softwarefabrikkin í heiminum. Sera nógv av softwarenum í øllum heiminum verður framleitt í India. Og tí hava tær flestu stóru KT fyritøkurnar í heiminum so sum Micosoft, IBM osfr. sínar menningarstøðir her í India.

Hesin túrurin hevur víst, at vit í Føroyum hava ikki borið okkum rætt at. Eg visti undan ferðini, at India hevði stóran týdning á KT-økinum, men nústaðni skilji eg hví. India hevur stóran týdning fyri, hvussu okkara vinna fer at menna seg. Vit í Føroyum kunnu fáa stóra nyttu av gongdini í India. Okkara kappingarneytar brúka India. Íslendingar og londini rundan um okkum hava leingi troytt samstarv við India til egnan fyrimun. Tey hava tætt samstarv við indarar, og tað verður so sanniliga eisini neyðugt hjá okkum, um vit skulu yvirliva í framtíðini sum KT vinna.

Niels Christian vísir á, at tey hava fingið nakrar týðandi kontaktir í India. Hvussu tað so fer at enda vil tíðin vísa. Hann sigur seg hava fingið bilbukt við mentalar forðingar. Og hann sigur seg hava fingið fult forstáilsi fyri, at vit mugu broyta mátan at arbeiða uppá.

-Eg havi eisini fingið staðfest, at tað ber til at arbeiða saman við indarum, og vit kunnu brúka sambondini vit hava fingið. Vit hava fingið kontaktir innan KT, sum vit skulu til at menna víðari.

Talan kann m.a. verða um at lata fyritøkur í India gera partar av vøru, sum skal gerast í Føroyum, men eisini har tað eru ætlanir um at gera ymiskt til europeiska marknaðin. Vit hava í Føroyum ikki nóg nógv fólk til at taka sær av øllum uppgávunum, og tá kann samstarv við m.a. India koma væl við.

Kina rætta valið
Men hví ikki heldur fara til Kina ella til londini í OECD, sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum?

-Fyri okkum er India meira áhugavert enn Kina, tí India er softwarefabrikkin í heiminum. Kina er meira hardwarefabrikkin, har tú framleiðir fartelefonirnar og teldurnar, og tað er ikki so áhugavert fyri okkum á Elektron.

Tað hevur eisini nógv at siga, at meðan India er eitt demokrati, so er Kina eitt diktatur. Og demokrati er ein fyrimunur og meira haldbart í longdini, hóast tað kann taka eitt sindur longri tíð.

Niels Christian Nolsøe er sannførdur um, at tað er rætt at gera slíkar vinnuferðir og til tey, sum eru skeptisk sigur hann, at tað uttan iva eru føroyingar, sum eru ivasamir, um tað er skilagott at fara av landinum í heila tikið. Um man trýr tað er betri at sita hendur í favn heima í Føroyum og lata tingini henda rundan um seg, so kann eg bert siga, at vit tvørturímóti mugu fara út um bøgarðarnar at síggja heimin uttan um okkum. Hetta er tí ikki tann seinasta ferðin av slíkum slag. Vit øll, sum eru við á hesi ferðini, eru samd um, at hetta var eitt gott initiativ og hava heitt á løgmann um at endurtaka hetta. Hetta er avgjørt neyðugt, um Føroyar skulu vera við í kappingini. At vit síggja, hvussu tingini eru í heiminum rundan um okkum.