Tá ið eitt føroyskt tjóðleikhús skal byggjast einaferð í framtíðini, skal tað byggjast á Skálatrøð í Havn. Tað samtykti Tórshavnar Býráð á fundi í gjárkvøldið.
Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja ein føroyskan Tjóðpall í høvuðstaðnum og ymisk uppskot hava verið frammi um, hvar tað er bestt byggja hann. Tjóðpallurin verður einar 3.000 fermetrar til støddar og serliga hevur verið tosað um tvær staðsetingar. Onnur er á stykkinum, har Kommunuskúlin stendur og hin er á Skálatrøð, har tað stóra parkeringsplássið er.
Og nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt, at Tjóðpallurin skal byggjast á Skálatrøð, men at hann skal hava hóskandi parkeringsmøguleikar knýttum at sær. Nú skal eitt uppskot so gerast saman við Zeta Arkitektum, sum síðani skal leggjast aftur fyri býráðið.
Annars varð víst á í býráðnum, at tað er ikki kommunan sum skal byggja tjóðleikhúsið. Tað er landið, sum skal byggja hann og einasti leikluturin hjá kommununi verður at vísa mentamálaráðnu á eitt stykki at byggja á.
Tað varð eitt sindur av orðaskifti í býráðnum um, hvussu samtyktin skuldi orðast. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini mælti býráðnum til at samtykkja at staðseta tjóðleikhúsið á Skálatrøð ”saman við møguligum øðrum virksemi”. Hon helt, at tað er alneyðugt, at fyri trivnaðin at annað virksemi eisini verður í Skálatrøð fyri at hava lív í økinum, tí tað er ikki altíð, at framførslur eru í Tjóðleikhúsinum.
Jógvan Arge helt, at býráðið skuldi halda seg burtur frá øllum enn at staðseta sjálvan tjóðpallin, fór býráðið at hugsa um at knýta annað virksemi uppí, verður málið aldrin liðugt.
Og Sjúrður Olsen helt, at býráðið skuldi ansa eftir, hvat varð samtykt, tí tað er avmarkað, hvat virksemi kann vera afturat leikhúsinum, tí so stór er Skálatrøð altso ikki. Men annars hildu býráðslimir, at tað hevur stóran týdning, at parkeringsláss í Skálatrøð verða varðveitt og tí er tað við í sjálvari samtyktini, at parkeringspláss skulu knýtast at tjóðpallinum.
|