Samtak: Flatur skattur økir mismun

- Verður ein flatskattaskipan sett í verk í Føroyum, fer hetta at økja stórliga um munin millum tey við góðum og minni góðum inntøkum. Yvir tíð fer hetta at gera, at munurin millum rík og fátæk gerst ovurhonds stórur, og hevur hetta sera negativa ávirkan á samanhangsmegina, og Føroyar gerast eitt grundleggjandi øðrvísi samfelag.

Tað sigur Samtak í viðmerking til uppskotið um sonevndan flatskatt.

- Í Føroyum eru vit heppin, tí vit búgva í einum landi, har munurin ímillum rík og fátæk - ella arbeiðaran, fiskimannin, starvsmannin og stjóran - ikki er so ovurhonds stórur, eins og tað er í nógvum øðrum londum. Hetta vísir kanning, sum Hagstovan hevur gjørt um fátækraváða eisini heilt greitt.

Samtak sigur, at lønarmunur er sjálvsagt, og menningin serliga eftir kreppuna í 1990’unum hevur verið, at lønarmunurin økist í hvørjum, bæði í prosentum, men serliga í krónum og oyrum.

- Ein flatskattaskipan fer at økja enn meir um munin á fólki, og yvir tíð er hugsandi, at vit fáa eitt stættasamfelag, sum vit kenna tað frá teimum londum, sum hava hesar skipanir. Dømi um hetta eru Baltalondini, Makedónia, Ukraina og Ungarn - bara fyri at nevna nøkur.

Lagt verður aftrat, at lond, sum vit vilja sammeta okkum við, hava øll lutfallshækkandi skattaskipan, og hetta er ikki av tilvild. Tað er sera skaðiligt fyri eitt samfelag, at inntøkumunurin millum fólk gerst ovurhonds stórur – og hetta er ferð eftir ferð vísindaliga prógvað av búskaparfrøðingum.

- Tað er ikki líkamikið, hvussu skattaskipanin er samansett. Meginreglurnar handan skattaskipanina hava sera stóran týdning fyri teir ymisku lønarbólkarnar. Til ber at hava skattaskipanir sum javna út og sum taka hædd fyri, at øll ikki hava eins góða inntøku. Ein tílík skattaskipan er lutfallshækkandi (progressiv).

Samtak mælir staðiliga frá, at skattaskipanin verður broytt frá at vera lutfallshækkandi til at vera ein flatskattaskipan.

- Vit halda tó, at skatturin eigur at lækkast, men skil má verða á. At skattatrýstið er so stórt í dag, kemst av, at kommunuskatturin er so nógv hækkaður seinastu árini, sigur Samtak í tíðindaskrivi, sum kann lesast í fullum orðaljóði á www.samtak.fo