Rættarmálið í Føroya Rætti í dag hevur mest snúð seg um svikið við visakortinum hjá manninum á Nesi.
Seinnapartin hevur ein kriminalløgreglumaður frá Rejseholdet givið frágreiðing um, hvussu samsvarið hevur verið millum úttøkuna av peningi úr pengaautomatunum í Eik í Saltangará og BankNordik á Toftum - og so fartelefonina hjá ákærda.
Í øllum førum hevur masturin, har fartelefonin hevur fingið samband, dekka økið, har peningur er tikin út.
Dekningurin av fartelefonini vísir, at ákærdi seinastu tíðina ofta rýmdi úr arbeiði, tí fartelefonin hevur verið á einari mastur, sum ikki dekkar Bakkafrost.
Eisini er teldan hjá ákærda kannað fyri at fáa staðfest, um hon hevur verið á internetinum um tað mundi, tá talutíð er keypt á fartelefonina.
Eisini her er samsvar millum internetbrúk og keyp av talutíð. Hetta er tó ikki galdandi fyri fyrsta keypið, sum altso ikki er gjørt á telduni hjá ákærda.
Eisini kom fram í dag, at eitt telefonkort er funnið í Skoda Fabia bilinum, sum ongantíð er kannað. Tað varnaðist hesin kriminalløgreglumaðurin frá Rejseholdet um vikuskiftið og fekk tað kannað hjá Føroya Tele.
Tað vísti seg, at ICC-nummarið, PIN og PUK-kotan passaðu til fartelefonina hjá North Atlantic Fish Fair, ein Nokia 1800, sum var funnin heima hjá ákærda. Hetta var arbeiðstelefonin hjá Pidda í sambandi við fiskivinnustevnuna.
Í morgin er frídagur í rættinum, og byrjað verður aftur mikumorgunin viið dokumentatión. Roknað verður ikki við, at proseduran verður fyrr enn fyrst í næstu viku.