Nú er tað soleiðis við øllum pengakassum, at teir kunnu ikki gjalda meira út, enn tað sum fyrst er goldið inn. Soleiðis er eisini við teimum almennu kassunum.
Politikarum dámar væl at vísa á, hvussu nógv teir hava gjørt, fyri at fáa hesi ymisku útgjaldini at hækka, men ofta verður gloymt, at vit hækka ikki útgjaldið meira enn tað, sum onkur annar skal gjalda meira inn. Tí kunnu vit ikki einans hyggja eftir tørvinum hjá teimum sum skulu hava útgjøld. Vit mugu eisini hyggja eftir, hvønn týdning hækkaðu útgjøldini fáa fyri tey, sum skulu gjalda inn í kassan.
Fólkapensjónin
Fólkapensjónin er ein skipan, sum gongur ígjøgnum ”stórapott”. Øll sum arbeiða, gjalda inn, og øll í pensjónsaldri fáa út.
Stórar ábøtur eru gjørdar á hesa skipan tey seinnu árini. Hans Pauli Strøm vil vera við, at tað er einans honum og Javnaðarflokkinum fyri at takka. Hesum eri eg ikki samdur í, tí eingin flokkur ella persónur kann gera nakað einsamallur. Men tá tað er sagt, so skal Hans Pauli sjálvsagt hava rós fyri tað arbeiðið, sum hann hevur lagt eftir seg á hesum økinum.
Tey flestu eru nøgd
Flestu pensjónistar, sum eg tosi við, siga, at tey liva væl av fólkapensjónini og ”Samhaldsfasta”. Men sjálvandi eru øll ikki líka væl fyri. Onkur skal brúka nógvar pengar til heilivág o.s.fr. og tað kann broyta hesa myndina nógv.
Vit kunnu saktans hækka pensjónirnar nógv afturat, og uttan iva unna øll pensjónistunum so góð lívskor sum yvirhøvur gjørligt, men vit mugu minnast til, at hetta merkir, at tey sum eru úti á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda tilsvarandi meira í skatti. Og her mugu vit ikki gloyma, at stórur partur av arbeiðarunum í Føroyum eru fólk, sum standa í millióna skuld og tí helst eru verri fyri enn nógvir pensjónistar. Tað verða tey sum sleppa at gjalda hækkaða útgjaldið.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki geva teimum sum tørva, við at taka frá teimum, sum kanska tørva uppaftur meira.
Pensjónsaldurin
Arbeitt verður í løtuni við eini nýggjari pensjónsskipan og í tí smabandinum er spurningurin um pensjónsaldur reistur. Skulu vit halda fast við 67 ár, ella skulu vit niður á 65 ár, ella skulu vit longur uppeftir?
Vit kunnu saktans lækka pensjónsaldurin við fleiri árum, men vit mugu vera greið yvir, at fyri hvørt árið, sum pensjónsaldurin lækkar, missir pensjónsuppsparing eitt ár í inngjaldi og harumframt skal gjaldast út í eitt ár longri. Tað vil siga, at pensjónsuppsparingin missir í roynd og veru tvey ár fyri hvørt árið, sum vit lækka pensjónsaldurin, og tað merkir, at árliga útgjaldið verður munandi minni. Tað haldi eg at øll gloyma í hesum kjakinum.
Tað er sjálvur grundtankin við nýggju pensjónsskipanini, at jú longri vit rinda inn, meira fáa vit út, og jú seinni vit byrjar at fáa út, meira fáa vit hvørt árið. Hetta er ”einføld matematikk”.
Hvussu leingi skulu vit arbeiða?
Okkara ommur og abbar byrjaðu at arbeiða, tá tey vóru 14 ár. Tey arbeiddu til tey vóru 67, og meðallivialdurin tá var umleið 70 ár. Tað vil siga, at tað vóru bara eini 17 ár av teirra lívi, at tey ikki arbeiddu.
Í dag er vanligt at útbúgva seg til ein nærkast 30 ára aldri, og livialdurin er hækkaður nógv. Um ein persónur livir í 90 ár, og bara arbeiðir frá tí at hann er 30 til hann er 65 ár, so hevur hann bara 35 ár á arbeiðsmarknaðinum, meðan tað eru 55 ár av hansara lívi, at hann ikki arbeiðir. Í 25 ár skal hann liva av pensjónini, sum hann spardi upp tey 35 árini, hann arbeiddi. Verður tað ikki ov lítið at liva av? Arbeiðir hann harafturímóti til hann er 70 ár, so skal hann liva í 20 ár av pensjónini, sum hann spardi upp í 40 ár. Tað gevur eitt heilt annað býti.
Munnkurv
Eg eri ein av teimum, sum sita í politiska fylgibólkinum, sum skal hava fingið munnkurv, so eg fari ikki at koma við nøkrum uppskoti her um, hvussu pensjónsuppskotið eigur at síggja út, tá tað einaferð verður liðugt. Í einum slíkum máli eiga allir flokkar at finna eina breiða semju, og tí gevur tað onga meining, um nú øll skulu út at selja uppskotið sum sítt egna, ella sum nakað, tey ikki eru partur av. Vit mugu finna eina breiða semju, sum allir politiskir flokkar kunnu standa saman um.
Men eg skrivi hesar reglur fyri at vísa á, at uttan iva vilja øll veita pensjónistunum so góðar sømdir sum til ber, men roknistykkið má so ella so hanga saman.










