POLITIKKUR
- Hetta er ein ósigur fyri sambandsveingin.
Tað sigur Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, ið sigur, at tað ongantíð hevur verið nakað dulsmál, at hin kandidaturin til formanssessin í Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, er at finna á sambandsveinginum í flokkinum.
Sjúrður Skaale vísir á, at Jørgen Niclasen longu hevur sett fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya á dagsskrá.
- Hetta upptekur fólk og er til gagns fyri sjálvstýrisveingin.
- Tað er áhugavert at hann meldar hetta út, hóast hann er í samgongu. Tað svarar til, at hann situr í einum toki, men ikki er nøgdur við kósina, sigur Sjúrður Skaale.
Løgið at Anfinn fer nú
Hann heldur tað vera merkisvert, at t.d. Poul Michelsen, sum er úr høvuðsstaðnum, atkvøddi fyri vágatingmanninum sum formanni. Hinvegin er Poul Michelsen kendur fyri at vera staddur ytst á sjálvstýrisveinginum í Fólkaflokkinum.
- Hetta er ein uppgerð og ger, at Fólkaflokkurin kann fáa tær atkvøðurnar aftur, sum hann hevur mist til Tjóðveldisflokkin, sigur Sjúrður Skaale og vísir á, at Tjóðveldisflokkurin hevur vunnið trý val á rað
- Á ein hátt hevur Tjóðveldisflokkurin fingið ein potentiellan samstarvspartnara, men samstundis ein størri kappingarneyta.
Spurdur, um tað man vera tí, at Fólkaflokkurin ikki metir, at Anfinn Kallsberg ikki hevur nakran kjans í eini komandi telving um løgmann, sigur Sjúrður Skaale, at tað dugir hann ikki at meta um.
- Men tað er eitt sindur løgið, at hann fer frá so seint.
- Nú er stórt sæð bara valstríðið eftir, og tí er tað ein trupul uppgáva, sigur Sjúrður Skaale, ið ikki metir, at Jørgen Niclasen hevur fingið ta tíðina, ið vanligt er at geva nýggjum formonnum at markera seg.