Samstarvið við Fólkaflokkin hongur í dag leysari luft

   

Henda nógva skrivingin um at leggja Dúgvina, er ikki annað enn, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki er førur fyri at umsita sítt málsøkið. Tað hevur altíð verið góður fólkaflokspolitikkur at pína strandferðsluna. Nú sita vit við úrslitinum av hesum politikki. Nú eru teir so farnir at tosa um at lata privatar røkja hesa sigling.
Tað er lætt at rokna út, hví tað nú nettupp skal verða Lorvíksleiðin, sum skal pínast. Her er jú ein feitur biti at ræna til nakrar ávísar svangar fólkafloksmenn. Líka leggja teir í fylgjurnar av hesum polittikki. Teir hava hótt manningina á Dúgvini við uppsøgnum alt síðani Vágatunnilin varð latin upp fyri ferðslu. Eg havi fleiri ferir sett Bjarna Djúrholm, landsstýrismanni fyrispurning um hesar nógvu uppsøgnir á Dúgvini. Hetta hevur higartil gjørt, at hann ikki hevur torað at framt sína óndu ætlan.
Eitt liggur í hvussi er rimmarfast, at tað ikki er nøkur sparing í, at leggja Dúgvina.
Eg ætli mær ikki at stuðla samgonguna ein dag longur, um henda ætlan ikki verður slept beinavegin. Tá vit fara at hungra tann hestin, sum dregur tað tunga lessið í okkára vinnulívi her norðuri, man skjótt fara at tømast í kassunum suðri í Havn.
Tað eru eisini onnur mál, sum gera, at hetta samstarv ikki kann halda fram. Her hugsi er serliga um tann politikk, sum fólkaflokkurin hevur ført í fiskivinnu-málum nú teir hava um-sitið hetta málsøkið til egnan fyrimun. Lógin um Vinnuligan fiskiskap er ikki annað enn ein býur í Kina í teirra verð. Teir eiga at gera sær púra greitt, at fiskivinnan ikki er nakað sjálvtøkuborð, nú teir eru farnir at selja útróðrarflotan í heilsølu sum valagn.