- Nú vit aftur skulu samstarva við bretar um fiskiveiðu og handil fara sambondini millum okkum og bretar at fáa enn størri týdning. Tí eru Gove og eg samdir um, at tað fellur báðum pørtum natúrligt, at góða stevið heldur fram og verður ment á øllum økjum eftir Brexit.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum eftir, at hann í morgun hitti bretska landbúnaðar- og fiskimálaráðharran Michael Gove.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið upplýsir, at ráðharrarnir umrøddu fleiri mál, harímillum Brexit, handilssamstarv og samstarv um fiskiveiðu, og at Michael Gove gav vissu fyri, at bretar raðfesta góð handilsviðurskiftir við grannalondini í kjalarvørrinum av Brexit.
Fyri føroyingar er tað eisini týdningarmikið at varðveita eitt gott samstarv við Bretland, tí sum ráðið vísir á í tíðindaskrivinum, so er bretski marknaðurin týdningarmikil fyri føroyskan útflutning.
- Bretland er millum týdningarmiklastu marknaðir hjá føroysku vinnuni. Einki annað land í Evropa innflytur meira úr Føroyum enn Bretland. Tí er umráðandi, at handilsviðurskiftini landanna millum verða verandi í eini tryggari legu, skrivar ráðið í tíðindaskrivinum.