Henning Larsen Arkitektar hava í dag verið á fundi við Klaksvíkar kommunu um vinnandi miðbýarætlanina fyri Klaksvík.
Tað var á norðoyastevnu í fjør, at vinnarin av miðbýarætlanini varð kunngjørdur, men síðani tá hevur verið tøgn um ætlanina. Ósbjørn Jacosben, arkitektur og partaeigari í Henning Larsen Arkitektum, segði herfyri við Sosialin, at teir einki høvdu hoyrt aftur frá kommununi um vinnandi uppskotið.
- Vit royna at arbeiða sum ein seriøs fyritøka. Vit hava givið okkara boð uppá, hvussu vit halda at miðbýurin í Klaksvík kann skipast, og við at vinna kappingina leggja vit eisini okkara navn og rykti til tað, ið síðani verður gjørt. Men nú eru tað so eftir øllum at døma onnur, sum mynda arbeiðið frameftir, meðan vit verða hildin uttanfyri. Tað er eitt sindur undarligt, segði Ósbjørn Jacobsen við Sosialin.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, lovaði tá, at kommunan fór at taka fund við Henning Larsen Arkitektar, og hesin fundur hevur verið í dag.
Niðanfyri ber til at hoyra samrøðu við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, eftir fundin í dag.









