BST er ein tann størsta ráðgevingarfyritøkan innan arbeiðsumhvørvið og trivnað í Danmark. Fyritøkan hevur nógvar royndir í at halda skeið innan danska vinnulívið.
Í fyrstu atløgu bjóðar Kvasir eina røð av skeiðum, sum verða hildin í Føroyum av BST Århus. Skeiðini varða millum ein og tríggjar dagar, og tey geva luttakarum millum annað møguleika til at fara aftur til sína fyritøku og arbeiða við:
At minka um sjúkradagar
At bøta um arbeiðsumhvørvið á skrivstovum
At stýra teimum og sjálvstøðugum bólkum
At bøta um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið
At føra starvsfelagasamrøður
At greina trivnaðin á arbeiðsplássinum
Samstarvið hevur eisini við sær, at Kvasir við tíðini fer at kunna at yvirtaka konseptið og halda skeið í Føroyum.
Stjórin á BST Århus, Poul M. Schmidt, væntar, at samstarvið við Kvasir fer at verða ein fyrimunur fyri allar partar.
Hann sigur, at tey síggja eina munandi øking í áhuganum hjá donskum fyritøkum at menna og betra arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólkunum, og ivast hann ikki í, at tað er tað sama í Føroyum.
Meira fæst at vita um hesi skeið við at ringja til stjóran Poul M. Schmidt, BST Århus tlf. 87331100 ella til Sam Jakobsen á Kvasir tlf. 320204.