Klaksvík/Norðurlond: - Vit kunnu øll læra av hvørjum øðrum. Og so er líkamikið um talan er um tey 5000 fólkini í Klaksvík ella tey 470.000 í finska býnum Tampere!
Eitt av stóru málunum í hesum samstarvinum millum allar vinarbýirnir er økta tilvitanin fyri umhvørvi og heilsuni hjá tí einstaka borgaranum. Hesir fimm vinarbýirnir hjá Klaksvík eru Norrkøping í Svøríki, Tampere í Finnlandi, Odense í Danmark, Kópavogur í Íslandi og Sisimiut ír Grønlandi.
Í Odense eru tey komin væl áleiðis við at leggja dent á reint og gott umhvørvi, men enn er kortini langt á mál. Í løtuni er ein verkætlan í gongd, har ein skal kanna, hvussu rapsolja kann nýtast ístaðin fyri vanligt brennievni til ymisk sløg og ymiskar støddir av bilum.
Henda ætlanin byrjaði í ár og verður liðug komandi ár. Ætlanin er, at úrslitið av hesi spennandi verkætlanini skal verða lagt fyri altjóða umhvørvisráðstevnuna, sum verður hildin í Keypmannahavn við ársenda 2009.
Hóast Klaksvík bert er ein býur við 5000 fólkum, vakti tað ans millum norðurlendsku gestirnar, at býurin er lýstur sum heilsubýur føroyinga av sjálvum heilsumálaráðharranum.
Luttakararnir lurtaðu við áhuga, tá greitt varð frá innihaldinum og teim mongu møguleikunum á hesi leið í Klaksvík. Fólk undraðu seg somuleiðis yvir undirtøkuna, sum m.a. renningin hevur fingið millum klaksvíkingar: Tað kemur ikki av ongum, tá tað áður einans runnu 25-30 fólk saman við limunum í ítróttarfelagnum Treystinum. Í dag er talið tíggjufaldað!
Fyri klaksvíkingar er líkt til, at heilsan hjá tí einstaka hevur stóran áhuga millum manna. Tað er helst so, sum onkur hevur tikið til: - Fólk skilja nú hvønn týdning heilsan hevur fyri tey. Og tey vísa eisini í verki, at tey vilja gera sítt til at teirra egna heilsa er í lagi!
Mentanarbýur 2014
Hóast Klaksvík liggur fjarskotin frá svenska býnum Norrkøping, sum er einar 20 ferðir størri, fer býurin uttan iva at fáa brúk fyri hjálp úr Klaksvík tey komandi árini.
Norrkøping er nevniliga við í kappingini at gerast europeiskur mentanarbýur í 2014. Arbeitt verður í løtuni við at vísa á tær dygdir og møguleikar, sum skulu gera sítt til, at júst hesin býurin verður valdur sum slíkur.
Greitt er, at ein svenskur býur fær hetta spennandi heiti hetta ári. Spurningurin er bert hvør, tí í løtuni er Norrkøping við í hesi kappingini saman við trimum øðrum býum.
Ætlanin hjá kommununi í Norrkøping er, at festa á blað allar tær ætlanir sum kunnu setast í verk og hvørjir møguleikar eru at fremja hesar í verki. Umsóknin skal latast inn í oktober mánaði í ár, og í 2010 verður so greitt, um alt stríðið fer at geva úrslit í kommununi.
Men kommunan í Norrkøping ætlar kortini ikki at verða einsamøll um at skipa alt virksemið í 2014, men at fáa vinarbýirnar við til hesa ætlanina. Á henda hátt kann tann endaliga skráin gerast so fjølbroytt sum yvirhøvur tilber við luttøku úr øllum hinum fimm vinarbýunum.
- Hetta kann samstundis verða við til at seta meiri ferð á norðurlendska samstarvið. Og tja, - vinna vit ikki, so vóna vit í øllum førum at hava sett ferð á og hava ment tann kreativa sektorinum í økinum, verður sagt úr Norrkøping.
Færri kommunur
Hesin fundurin og 100 ára hátíðarhaldið í síni heild vístu til fulnar, at hóast vinarbýirnir eru ójavnir í stødd, eru nógvir av trupulleikunum og avbjóðingunum rættiliga eins.
Ein av stóru avbjóðingunum er politiska ætlanin at fækka talið av kommunum. Í summum støðum er hetta gjørt, og í øðrum støðum er ætlanin at fremja hetta í verki í næstum.
Á framløgunum varð víst á, at í Finlandi er talið av kommunum lækkað úr 416 niður í 130 og í Íslandi eru kommunurnar nú einans 79 í mun til 204. Her á landi er ætlanin at skipa oyggjarnar í einar 7 til 10 stórar kommunur.
Bæði í Svøríki og Noregi er ein komin langt í hesum ætlanum: Talið av fylkjum er lækkað munandi, soleiðis at hesi í framtíðini einans verða millum 6 og 10 í tali.
At enda varð víst á gongdina í Danmark, har ein longu er komin langt á hesi leið. Her er landið skipað í slakar 100 kommunur og fimm regiónir.
Júst hesin munurin millum londini varð ofta tikin fram, samstundis sum víst varð á, at tað er neyðugt at kommunurnar, sum standa við hesum avbjóðingunum tosa saman og læra hvør av øðrum.
Tað er helst so sum orðatakið sigur tað, við eini ávísari umskriving: Hvør av øðrum læra kann!
Skiftisfólk í umsitingini
Eitt av hugskotunum, sum fekk góð ummæli á fundinum millum vinarbýirnar, var hugskotið úr Klaksvík um at lata fólk úr umsitingini skifta millum kommunurnar.
Tað var býráðsskrivarin, John Færø sum legði hetta uppskotið fram. Tí, sum hann segði: - Landsstýrið hevur eina líknandi skipan við onnur Norðurlond. Spurningurin er, um vit ikki eisini kundu ført hesa skipanina yvir á kommunala arbeiðið.
- Eg trúgvi í øllum førum, at hetta hevði knýtt okkum nógv meiri saman og hevði bæði lyft okkum upp og endurnýggjað okkara arbeiði, legði hann dent á.
Nú fara kommunalu stjórarnir at tosa saman um hetta málið. Og tað er mangt sum bendir á, at hetta verður sett í verk einaferð í framtíðini.