Í samband við, at týska ferðamannaskipið »Mein Schiff 4« kom á Havnina í mjørkanum í morgun fekk nýggi sleiparin hjá MEST, »Samson«, sína fyrstu uppgávu. »Mein Schiff 4« er eitt av teimum stóru ferðamannaskipunum og vigar 99.500 bruttoregistar tons. Skipið er 293 metrar til logdar, og breiddin er 35 metrar.
Nýggi sleiparin hjá MEST, sum hevur munandi størri togmegi enn verandi sleiparar í landinum, kann nøkta tørvin hjá størri skipum. Togmegin á nýggja sleiparanum er umleið tríggjar ferð togmegina á verandi sleiparum í Føroyum – umleið 40 tons.
Vinnan hevur leingi ynskt eina slíka tænastu – júst fyri at nøkta tørvin hjá størri skipum og til aðrar avbjóðandi uppgávur.