Íslendska reiðaríið Samskip hevur nú keypt bingjuskipini Arnarfelli og Helgafelli, sum hava siglt fyri felagið síðani 2005. Skipini eru keypt fyri fýra milliardir íslendskar krónur.
Samskip hevur leigað Arnarfell og Helgafell, síðani tey vórðu bygd fyri sjey árum síðani. Skipini eru systurskip, bygd á J. J. Sietas-skipasmiðjuni í Hamborg. Tey eru 138 metrar long, 21 metrar breið, ganga góðar 18 míl og taka 909 bingjur.
Arnarfell og Helgafell sigla millum Reykjavík, Vestmannaoyggjarnar, Føroyar, Rotterdam, Cuxhaven, Århus og Varberg.
Samskip hevur nú 10 bingjuskip og 46 skrivstovur í 24 londum. 1.100 fólk arbeiða hjá felagnum.