Samskip keypt helmingin av Safari Transport

Safari Transport og íslendska flutnings­fyritøkan Samskip hava undirskrivað keypssáttmála, har Samskip keypta 50% av føroyska felagnum

Hetta merkir, at Samskip hevur keypt 50% av Safari Transport.
Keypssáttmálin millum feløgini varð undirskrivaður í Havn í dag. Einki verður sagt um keypsprísin.
Safari Transport er ein leiðandi fyritøka innan flutn­ing við flogfari og skipi.
Endamálið við saman­legg­ing­ini er at styrkja fyri­tøkuna og at veksa um marknaðarpartin.
Fyri tveimum árum síðani, gjørdi Samskip av at fara, av nýggjum, undir rutusigling til og úr Føroyum. Virksemið er nógv økt síðani tá, og Samskip og Safari Transport miðja eftir at fáa ein størri part av marknaðinum.
Samskip steðgar tvær ferðir um vikuna í Føroyum, í Kollafirði og Klaksvík. Ì rutu millum Ísland, Bretland og meginland Europa. Sein­asta ár keypti felagið frysti­goymslurnar hjá Klooster­boer í Kolla­firði og nú hevur felagið keypt helvt­ina av Safari Transport í Føroy­um.
Samstarvið fer eisini at styrkja munandi um støðuna hjá Safari Transport, bæði her heima og uttanlands. Tí viðskiftafólkini kunnu nú brúka tænasturnar hjá Sam­skip, um tað so verð­ur í Europa, Asia ella USA. Sam­skip hevur 55 skriv­stovur í 22 londum. Harumframt hevur felagið umboð kring allan heimin.
Knút Lützen sigur, at sam­starvið hevur stóran týdning fyri Safari Transport. Knút metir, at tað kann geva góð­an íblástur til felagið og styrkja felagið í kappingini framyvir.
Safari Transport varð stovn­að 01.02.1995 og í dag eru 6 fólk í starvi. Ongin stórvegis broyting verður á Safari Transport. Knút Lützen verður framvegis stjóri, og starvsfólkini verða tey somu.
Knút Lützen sigur, at hann fekk eitt gott tilboð, ið hann ikki kundi siga nei til. Og tá hann frammanundan, hevði eitt sera gott samstarv við Samskip, var hetta bara ein avgreiðsluspurningur.