Samrøður um Breivik í Norðurlandahúsinum

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við Åsne Seierstad og Heina í Skorini um tiltakið, sum verður í kvøld klokkan 20

- Hvør er Anders Behring Breivik?


- Hvat fekk ein mann, sum er føddur og uppvaksin í Noregi, at myrða 77 fólk?


- Hvørji mistøk gjørdu myndugleikarnir?


- Hvørjar politiskar avleiðingar hevur sorgarleikurin havt?


- Og hvussu hevur vanlukkan broytt Noreg og norðurlond?

 


Fríggjadagin 22. juli í 2011 varð Noreg rakt av størsta álopinum í friðartíð, tá 77 fólk lótu lív á oynni Utøya og í Oslo. Drápsmaðurin var ein ungur, ljóshærdur normaður, og líka síðani hevur Noreg og umheimurin roynt at greina óskiljandi sorgarleikin. Hvussu kundi tað henda? Hvussu kundi tað verðið steðgað? Og hvussu skal óndskapurin í heila tikið fatast? Í nýggju bókini “En av oss” viðger heimskendi norski rithøvundurin, Åsne Seierstad, vanlukkuna fyri trimum árum síðani. Við sjáldsama umfatandi kanningararbeiði og rúgvismiklum keldutilfari viðger hon m.a. gerningsmannin, offrini, morðini á Utøya, ivasama leiklutin hjá myndugleikunum, politiska eftirspælið og hvussu vit sum menniskju og samfeløg reagera, tá óndskapurin rakar.

 


Men hvat er endamálið við hesi bókini? Vil høvundurin skilja Breivik og hansara gerningar? Snýr tað seg um ein ósunnan uppvøkstur, skaðilig krígstelduspøl, høgraradikalu hugsjónina ella okkurt heilt annað? Og hvat er tað rættasta politiska aftursvarið eftir eina slíka vanlukku?

 


Eftir altjóða bestseljarar sum “Boghandleren i Kabul” og “Englen i Groznyj” (donsku heitini) er nýggja bókin “En av oss” tann fyrsta hjá Seierstad um heimlandið Noreg. Sum krígskorrespondentur hevur hon í mong ár rapporterað frá heimsins brennideplum, t.d. Irak, Serbia, Tjetjenia og Afganistan, og hennara bøkur eru umsettar til fleiri enn 40 ymisk mál og ognað henni altjóða virðislønir. Hon dekkaði rættarmálið ímóti Breivik fyri kenda bretska tíðarritið Newsweek.

 


Í kvøld klokkan 20 fer Åsne Seierstad (f. 1970) at greiða frá nýggju bókini í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er skipað, sum ein samrøða, har Heini í Skorini, fyrireikari av tiltakinum stillar spurningar til Åsne Seierstad.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøður við Heina í Skorini og Åsne Seierstad um tiltakið, og um bókina "En av Oss".