Samráðingar við Heilsurøktarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagi og Fíggjarmálaráðið samráðast við Heilsurøktarafelagið um nýggjan sáttmála

Hósdagin samráddust formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen og landstýriskvinnan í Fíggjarmálaráðnum, Ruth Vang við Heilsurøktarafelagið. Tríggir fundir hava verið millum partarnar og nýggjur fundur er avtalaður at verða fríggjadagin 14. februar 2024.