Samráðingar um svartkjaft í Edinburg

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft eru uppafturtiknar í Edinburg í morgun.

Í morgun hittast strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg til samráðingar um svartkjaft í Edinburg.

 

Samráðingarfundurin í Edinburg er framhald av samráðingunum, sum vóru í Clonakilty í Írlandi í apríl mánaði. Á fundinum í morgun fara strandarlondini at viðgera býtið av svartkjafti fyri næstu árini.

 

Samráðingarnar halda eftir ætlan fram til og við hósdagin 11. juni, og eru tað Føroyar sum formansland, ið hava boðið hinum strandarlondunum til samráðingarborðið.

 

Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, eisini sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.  

 

Tað veit Fiskimálaráðið at siga í morgun.