Neistin tók eitt gott fet ímóti FM-finalunum í FTZ-deildini tá teir á heimavølli í stórhøllini á Hálsi vunnu 35-31 (15-11) á StÍF. Neistin og H71 hava nú 29 stig hvør. Kyndil hevur 22 stig, men hevur spælt ein dyst færri enn H71 og Neistin.
Kyndil gjørdi tó sítt at halda lív í spenninginum við at vinna 20-19 (11-10) á Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá StÍF, Jóannes Prestá. Jóannes finnur lítlan ugga í at gerast toppskjútti við 11 málum tá liðið tapir ímóti Neistanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum, sum aftaná ein skaðasteðg uppá fimm mánaðir er um at verða klárur aftur.
3) Hoyr hondbóltsviðmerkjaran, Claus Rasmussen seta orð á avrikið hjá Neistanum og StÍF.
Leygardagin klokkan 18 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum H71 og Kyndil Í FTZ-deildini, sum er allarseinasta útkall hjá Kyndli at halda lív í FM-finaluvónini.