Skúlabørn i Suðuroynni fáa aftur í ár møguleika at koma í samrøðubólk.
Tá foreldur fara hvør frá øðrum er tað ymiskt, hvussu væl børnini fata tað og góðtaka støðuna hjá familjuni.
Í Suðuroynni verður ætlandi skipað fyri, so samrøðubólkar vera, og verða hesir í 5. og 6. ella 6. og 7. skúlatíma aðru hvørja viku. 8 ferðir í alt.
Seks næmingar kunnu vera í hvørjum bólki, og verða tveir bólkar: ein í hvørjari hálvu av oynni.
Ein samrøðubólkur er eitt forum, har børn tosa saman um tankar, kenslur og upplivingar, sum tey hava í felag. Áðrenn bólkurin byrjar, er kunnandi samrøða við foreldrini.
Tey, ið hava áhuga í hesum, kunnu skriva til karins(at)gigni.fo ella ringja 562312 innan 10. september.
Mynd: gigni.fo