Samráðingarnar um løgreglu útsettar

Høgni Hoydal hevur í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í USA biðið um at fáa útsett samráðingarnar, sum í gjár skuldu vera við danska løgmálaráðharran um yvirtøku av løgregluni

 

Fundurin, sum í gjár skuldi vera millum danska uttanríkisráðharran, Frank Jensen, og Høgna Hoydal um yvirtøku av løgregluni, er útsettur til 26. september.

Tað er Høgni Hoydal sjálvur, sum hevur tikið stig til at útseta fundin.

»Eg havi sjálvur skotið upp at útseta fundin, tí eg haldi tað vera rættast og virðiligast at lata orkuna og tankarnar dvøla við skelkandi sorgarleikin í USA, sum upptekur øll fólk og allar myndugleikar í heiminum«, sigur Høgni Hoydal í tíðindaskrivi.

Fundurin hevði helst kortini verðið avlýstur, tí Frank Jensen er við í serligu trygdarnevndini, sum er sett í sambandi við, at Danmark er tilbúgvið.