John Johannessen
úr danska forsætisráðnum
Meiningin var, at tíðindafundur skuldu haldast í speglsalinum í danska forsætisráðnum í dag klokkan 16 danska tíð.
Á hesum fundi var væntandi, at eitt úrslit av tí søguliga fyrsta fundinum í fullveldismálinum fór at verða lagt fram. Men tey mogu tíðindafólkini úr bæði Føroyum og Danmark sótu og bíðaðu til fánýtis.
Tá klokkan var farin væl av fýra kom ein skrivari í forsætismálaráðnum og boðaði frá, at fundurin jfyribils var útsettur ein hálvan tíma.
Hesin hálvi tímin er nú væl og virðiliga liðin, men enn eru samráðingarnar ikki lidnar.
Sum Sosialurin frætti fyri løtu síðani, kann ikki roknast við, at fundurin verður liðugur enn.










