Samráðingar um griksku skuldina slitnaðar

Einki kom burtur úr samráðingunum millum griksku stjórnina og umboð fyri teir bankarnar, sum hava lænt Grikkalandi mest. Ætlanin var, at bankarnir skuldu avskriva helmingin av lánunum ella einar 100 milliardir evrur, men partarnir kundu ikki semjast, skrivar AFP.

Jean Lemiere, sum er aðalstjóri í franska bankanum PNP Paribas, umboðaði teir stóru lánveitararnar. Hinumegin borðið sótu grikski forsætisráðharrin, Lucas Papademos, og fíggjarmálaráðharrin Evangelos Venizelos.

Talsmenn fyri griksku stjórnina søgdu í dag, at tað ber til at taka samráðingarnar uppaftur í næstu viku, men sum skilst vóru umboðini fyri teir útlendsku bankarnar ikki so bjartskygd.