Samráðingar um fiskiskapin

Viðvíkjandi: Samráðingar um fiskiskapin eftir norðurhavssild í 2000

Samráðingar um fiskiskapin eftir norðurhavssild í 1999 eru í Tórshavn 19.-20. okt. 1999. Samráðingarnar fara fram millum strandalondini Føroyar, Noreg, Ísland, Russland og ES.

Millum somu lond varð í 1996 semja gjørd um, at heildarveiðan skuldi í mesta lagi vera 1,2 mill. tons. Partur Føroya av hesum var tá 66.000 tons. Veiðan hjá føroyskum skipum í 1996 var 50.700 tons. Av hesum vórðu 29.800 fiska í føroyskum sjógvi, 160 í altjóða sjógvi og 19.900 í norskum sjógvi og við Jan Mayen.

Fyri 1997 varð semjan gjørd í des. 1996 millum somu strandalondini umframt, at NEAFC á eykaársfundi 12. mars í 1997 gjørdi avtalu um veiðuna í altjóða sjógvi. Samtyktirnar ásettu, at í 1997 kundu verða fiskað 1,5 mill. tons av norðurhavssild. Av hesum fingu Føroyar lutað 79.500. Av hesum kundu 30.000 tons fiskast í norskum sjógvi umframt 7.000 við Jan Mayen og 15.000 í ES sjógvi. Føroyska veiðan í 1997 var tilsamans 60.138 tons.

Fyri 1998 varð avtala í Oslo 28. okt. 1997 millum strandalondini, at í 1998 kundu verða fiska 1,3 mill. tons av norðurhavssild. Av hesum fingu Føroyar lutað 71.000 tons, harav 26.000 tons kundu verða veitt í norskum sjógvi umframt 6.000 við Jan Mayen og 11.000 í ES sjógvi. Føroyska veiðan í 1998 var tilsamans 68.649 tons.

Fyri 1999 er støðan óbroytt frá 1998 og eru allar kvotur óbroyttar. Føroyska veiðan higartil í 1999 er um 55.800 tons, harav bert 1500 tons eru fiska í føroyskum sjógvi. Hetta mest tí, at norðhavssildin ikki fekst í føroyskum sjógvi í ár, meðan øll kvotan í Jan Mayen og norskum øki er veidd.

Áðrenn samráðingarnar hesaferð fyriliggja vísundarligar frágreiðingar um sildastovnin og tilmæli frá einum arbeiðsbólki innan strandalondini. Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi í norðuratlantshavi, ACFM, viðgjørdi norðurhavssildina á fundi í mai í ár. Stovnurin verður mettur at vera omanfyri tað lívfrøðiliga vágamarkið, men grundað á fyrispurning frá strandalondunum um, hvussu nógv kann veiðast í meðan yvir eitt 10 ára skeið, vísir ACFM á, at veiðan lækkar niður móti 1 mió. tons.

Ein arbeiðsbólkur hjá strandalondunum hevur á fundi í Bergen hin 2.-3. sept. 1999 viðgjørt tilráðingarnar frá ICES og spurningin um, hvussu nógv kann veiðast úr stovninum framyvir. Mælt verður til, at veiðan komandi árini verður minni enn núverandi heildarkvota.

Úrslitið av kanningunum hjá fiskirannsóknarskipunum í ár fyriliggur eisini og undirbyggir eisini ráðgevingina hjá ICES og staðfestir ferðingarmynstrið.

Í føroysku sendinevndini eru umboð fyri Fiskimálastýrið, uttanlandsdeildina, føroysku vinnuna og uttanríkismálaráðið.