Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru nú vónir um, at endi kann fáast á tí drúgvasta borgarakrígnum í Suðuramerika. Í hvussu er hava stjórnin hjá Álvaro Uribe, forseta og uppreistrarrørslan FARC játtað at koma til samskifta, og sum tað fyrsta stigið tingast teir nú um at lata fangar hjá hvør øðrum leysar, skrivar spanska blaðið El Pais.
Spania, Frakland og Sveis hava teir seinastu tíggju mánaðarnar roynt at fáa partarnar at samráðast um at enda borgarakríggið, og londini eru væl nøgd við, at stjórnin og FARC eru sinnað at lata fangar leysar. Í fyrsta umfari skal FARC hava játtað at lata 59 burturflutt fólk leys aftur fyri 500 uppreistrarmenn, sum kolombiski herurin hevur tikið.
Álvaro Uribe, sum varð afturvaldur á forsetavalinum í mai, hevur fyrr sýtt fyri at tingast við ta vinstrasinnaðu uppreistrarrørsluna, og undir valstríðnum tá segði hann, at talan bleiv ikki um nakrar tingingar, fyrr enn FARC hevði lagt vápnini. Men hann hevur broytt hugsan, og nú sigur hann seg vera sinnaðan at hitta leiðaran í FARC, skrivar El Pais.