Samrøða við nýggja landsliðsvenjaran í flogbólti (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við nýggja landsliðsvenjaran hjá kvinnulandsliðnum, Lars Engell

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi fyrr í dag við nýggja landsliðsvenjaran hjá kvinnulandsliðnum í flogbólti, Lars Engell.

 

Lars Engell skal hava ábyrgdina av føroyska liðnum sum skal spæla EM-undankapping í Luksemborg, dagarnar 8. til 12. mai.

 

Aftaná EM-undankappingina fara flogbóltssambandið og Lars Engell at taka støðu til um samstarvið skal leingjast í tvey ár.

 

Lars Engell kennir føroysku spælararnar sum spæla og hava spælt í bestu donsku flogbóltssdeildini, men spælararnir í heimligu føroysku kappingini er eitt ókent blað fyri Lars Engell, og tí fáa spælararnir sama møguleika at prógva sítt virði sum landsliðsaktuellir spælarar. 

 

HER ber til at hoyra eina samrøðu danska podcast-rásin "Volleytalk" hevur gjørt við Lars Engell um starvsmøguleikan hann hevur fingið í Føroyum.